HAVNAR KIRKJA – DÓMKIRKJAN
G u d s t æ n a s t a
Sunnu- og halgidagar kl. 11
Verður altargongd – er skriftamál kl. 10.40
Samanringing
FORMESSA:
1. INNGANGSSPÆL (Praelutium)
2. INNGANGSBØN
3. INNGANGSSÁLMUR
4. MISKUNNARBØN (Kyrie)
Messar prestur ikki, kann sangari messa Kyrie í hansara stað. – Presturin messar ella sigur, ella sangarin messar: Harri Guð faðir, vár skapari!
Kirkjuliðið: Miskunna okkum!
Presturin/sangarin: Harri Jesus, vár frelsari!
Kirkjuliðið: Miskunna okkum!
Presturin/sangarin: Harri halgi andi, várt ljós og vár troyst!
Kirkjuliðið: Miskunna okkum!
5. LOVSONGUR (Gloria)
Fellur burtur, tá ið kirkjuársliturin er viólbláur, t.d. i advent, forføstu, føstu og dýra biðidag.
Presturin messar ella sigur:
Heiður veri Guði i hægstum! Og friður jørð,og í menniskjum góður tokki!
Øll í felag:
Guð faðir, vær prísum, vær tøkkum tær,
øll dýrdin er tín aleina;
tín trygga vernd er veikum nær,
til bata tú alt vilt beina!
Tú øllum hevur alt veldið á,
og frama fær hvørt eitt títt ráð,
tí óttast vit ongan vanda.
6. HEILSAN
Presturin: Harrin veri við tykkum!
Kirkjuliðið: Og við tínum anda!
7. INNGANGSKOLLEKT
Presturin: Latið okkum øll biðja! … um aldur og ævir allar!
Kirkjulið: Amen.
8. LESTUR ÚR GAMLA TESTAMENTI
Leikfólk/Kirkjuliðið reisist.
9. MILLUMSÁLMUR
10. LESTUR ÚR NÝGGJA TESTAMENTI
Deknur/Kirkjuliðið reisist.
11. SÁLMUR FYRI PRÆDIKU
12. EVANGELIUM
Presturin: Hetta heilaga evangeliið skrivar … evangelistur.
Kirkjuliðið reisist.
Kirkjuliðið:
Guð veri lovaður fyri gleðiligan boðskap!
Evangeliið verður lisið.
13. TRÚARJÁTTAN
Apostólska ella nikenska
Kirkjuliðið:
Lat verøld ei við síni makt
oss vika burt frá dópsins pakt,
men gev, vár longsil allur má
til tín, til tín í heilum stá!
Ella: Amen. Amen. Amen.
14. PRÆDIKA endar við lovprísan.
15. KIRKJUBØN
Presturin: Latið okkum øll biðja! …
16. ÁPOSTÐLSKA SIGNINGIN
Presturin: Latið okkum við ápostlinum ynskja hvør øðrum.
Kirkjuliðið reisist.
Presturin: Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum! Amen.
17. SÁLMAVERS EFTIR PRÆDIKU (motetta)
Møguliga dópur. Verður ikki altargangur, verður dópurin eftir sálmin eftir prædiku.
ALTARGANGUR:
18. OFFURSÁLMUR/SÁLMUR EFTIR PRÆDIKU
Gongur talvan, verður hon umborin undir hesum sálmi. – Er ikki altargangur verður farið til nr. 27.
19.INNGANGSTAKKARBØN
Presturin: Lyftið upp hjørtu tykkara til Harrans! Latið okkum navni hans prísa! Sanniliga er tað verdugt og rætt, at vit altíð og allar staðir lova og takka tær, Guð faðir, alvaldi, fyri Jesus Krist, váran harra …Tí vilja vit saman við øllum kirkjuliði tínum á jørð og í himni og saman við øllum einglum syngja tín dýrdarlovsong:
20. HEILAGUR
Kirkjuliðið: Heilagur, heilagur, heilagur er Harrin, Guð hin alvaldi, himmal og jørð eru full av tíni tign og dýrd! Hosianna í hægstum!
Presturin:Vælsignaður veri hann, sum kemur í navni Harrans!
Kirkjuliðið: Hosianna í hægstum!
21.KVØLDMÁLTÍÐARTAKKARBØN
Presturin: Lovaður veri tú, heilagi Guð og faðir … tá ið tú fullgert tað í ríki tínum.
Ella: Vit lova og takka tær, heilagi Guð … fyri son tín, Jesus Krist.
Kirkjulið: Amen.
22. INNSETINGARORÐINI
Kirkjuliðið reisist og verður standandi, til sálmurin “Guðs lambið” er sungin og farið verður til altars.
Presturin: Várharra Jesus Kristus á teirri nátt, sum hann svikin varð …allan heiður og æru um aldur og ævir allar!
Kirkjulið: Amen.
23. FAÐIR VÁR
Presturin:
Faðir vár … valdið og heiðurin um allar ævir!
Kirkjulið: Amen.
24. GUÐS LAMBIÐ
Kirkjuliðið:
Guðs lambið sjá,
sum krossi á
burt syndir hevur borið.
Tað okkum troyst er vorðið.
Guðs lamb ver hjá
við tíni náð.
Guðs lambið sjá,
sum krossi á
burt syndir hevur borið,
til friðar okkum vorðið.
Guðs lamb veit frið
við tína lið.
Guds Lambið sjá,
sum krossi á
burt syndir hevur borið
og lív er okkum vorðið.
Oss deyðasek
til lívs tú vek.
Presturin býður til altars. Kirkjuliðið fer til altars.
25. MÁLTÍÐIN – ALTARGANGUR
Undir máltíðini – altarganginum – kann vera sálmasongur, kórsongur, urguleikur, annar tónleikur ella kvirra.
26.TAKKARSÁLMUR
27. ÚTGANGSKOLLEKT
Presturin: Latið okkum øll biðja! … um aldur og ævir allar!
Kirkjulið: Amen.
28. HEILSAN
Presturin: Harrin veri við tykkum!
Kirkjuliðið: Og við tínum anda!
29.ÁRONITISKA SIGNINGIN
Kirkjuliðið reisist.
Presturin: Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! – Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! – Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið!
Kirkjuliðið: Amen. Amen. Amen.
30. ÚTGANGSSÁLMUR
Møguligar kunngerðir.
31. ÚTGANGSBØN
32. BIÐISLØGINI
33. ÚTGANGSSPÆL (Postludium)
Kirkjuliðið verður sitandi undir útgangsspælinum.